Løgreglumenn stinga aftur nøsina fram

Sting og Police. Soleiðis eitur tað nú mannamillum, tá The Police aftur eru savnaðir á konsertferð, 20 ár eftir at teir stungu í sekkin og fóru hvør til sítt. Sting er á odda, eins og hann var tað. Hann hevur megnað at halda seg á toppinum undir egnum navni hesi 20 árini, men tá Police savnast aftur á palli, so eru tað løgini frá sjeyti- og fyrst í áttatiárunum, sum eru at hoyra


Tann 1. september 2007 vitjaði bólkurin Police í Århus. Bólkurin hevur ikki verið saman í 20 ár, so her var høvi at uppliva rockgarpar av tí rætta slagnum; teir, ið vístu veg fyri 20 árum síðani.

Police var ein trio. Soleiðis sæð er onki broytt. Tað vóru teir somu menninir á bassi, trummum og guitari, ið komu á pall í Århus. Bara 20 ár eldri.

Fyri 20 árum síðani var bólkurin vegvísari. Øðrvísi og hevði sín serliga stíl. Bert tríggir mans og so við karismatiska sangaranum, Gordon Sumner, alias Sting. Stewart Copeland spældi trummur og Andy Summers guitar.

Bólkurin gjørdist skjótt kendur og lá millum teir fremstu fyri 20 – 25 árum síðani. Eitt stað millum rock og punk lá hesin melodiøsi tónleikurin, ið kanska eisini hevði ein feril av poppi í sær, tí hann var tó so reinur og fall so væl í oyruni, at hann neyvan var til ampa hjá nøkrum, eins og harði rock- og punktónleikurin kanska var tað.

Løg sum Roxanne, Message in a Bottle, I can’t stand loosing you og Every little thing she does is Magic eru kend løg hjá bólkinum. Men eisini lagið Every Breath you Take er kent og er helst kendasta lagið millum tey, ið bert duga at nevna eitt lag við bólkinum.


À ferð til Århus

Vit vóru nøkur, sum høvdu tikið hendan møguleikan, at uppliva Police eitt leygarkvøld í Århus í álvara.

Tíðliga leygardag settu vit leiðina móti Århus. “Tíðliga” merkir um middagsleitið, ella nakað aftaná. Vit høvdu nevniliga verið so hepnir at fingið møguleika at spæla á Skarv fríggjakvøld, so tað hóskaði so væl saman við ferðini annars. Og at fleiri gestatónleikarar tóku lut hetta kvøld, so sum Pætur við Keldu og vinkona okkara Guðrun Sólja, gjørdi ikki kvøldið verri.

Men nú vóru vit so á veg í leigubili. Neil, Hjalmar, Thorbjørn, Guðrun, Knút, Tróndur og Dagfinn.

Lagið var sjálvandi gott. Vistu ikki heilt hvat vit kundi vænta, men tó var væntandi, at Sting var pallvandur framvegis.

Sum vit nærkaðust Århus, gjørdist ferðslan tættari og seinni gekk at koma fram, men fram komu vit. Vit settu bilin uttanfyri byggning hjá Vestas. At tað seinni skuldi vísa seg at verða ein truppulleiki, sum tann í ævintýrinum um Eldførið, er bert ein onnur søga, ið ger alt stuttligari. Tí hvør kundi vita, at fleiri Vestasbyggningar eru í Århus, so trupult bleiv at finna bilin aftur?


Police og sonur Sting

Inni á økinum vóru fólk tíðliga á veg. Stundisliga byrjar alt nú á døgum – í hvussu er í útlondum. Tað vísti seg, at sonur Sting hitaði upp. Júst sum pápin, stóð hann á odda fyri eini trio. Og hann bæði sá út sum Sting fyri 20 – 30 árum síðani, og ljóðaði sum hann.

Hetta var bæði stuttligt og eisini eitt nokkso gott tónleikaligt upplivilsi.

So komu teir á pall. The Police.

Og tað ljóðaði beinanveg sum teir. Eyðkent.

Serstakliga merktist beinanvegin, at Sting var í toppformi og enn sjálvsagdur frontmaður.

Og tað var ikki nógv hóvasták. Teir spældu síni løg. Tey kendu og minni kendu.

Sting fegnaðist um, at eini 45 túsund vóru komin at lurta. Og annars hevði hann smáar viðmerkingar av og á.

Men her var eyðsýnt, at tað var tónleikurin, sum var í hásæti. Iki eitt sing-along show, har tað snýr seg um at dansa, syngja og klappa, heldur enn at lurta. Her var tað tónleikurin hjá Police, ið var í miðdeplinum.

Og øll tey kendu løginin komu. Til stóra fragd fyri ung og eldri. Og teir smæddust ikki fyri at hava longri solopettir, enn vanligt var á útgávunum.

At onkur smávilla hoyrdist – serliga at byrja við, og einamest hjá trummuleikaranum, er fyrigeviligt, tá ein hugsar um, at bólkurin ikki hevur verið saman í 20 ár. Og tá so fáir mans eru um at skapa ljóðmyndina, so hvílir nógv á hvørjum enstøkum.

Men sum heild, og sum kvøldið gekk, gekk alt upp í hægri eind. Trummuleikarin vísti seg eisini frá síni bestu síðu við einum øðrvísi savni av lutum til ásláttur, sum hann skapaði serstakt huglag við.

Sting var veruliga trimmaður og var lokomotivið. Men hann var eisni frontmaður fyri 20 árum síðani, so onki óvæntað í tí. Men hann var sum so onki fánaður. Spældi og sang sum ein eingil, júst sum vit kenna hann.

At danskir ummælarar so at siga jarðløgdu konsertina og Police, er á ein hátt skiljandi. Og tó. Teirra jarðlegging gekk mest út uppá, at alt var ov stívt og at onki samband var við lurtaran og so framvegis.

Eg veit ikki hvussu við teimum 44.990, sum umframt okkum vóru komin at lurta, men okkara ferðalag hevði so ikki væntað sær skemtisøgur millum hvørt lag og annað slíkt. Sting gjørdi sær enntá ómak at fáa fjøldina at rópa í kór. Og tað er hóast alt nakað av sambandi.

Men ummælarar skulu skriva okkurt, og tá tónleikurin var ok, men ikki so nógv annað hendi, so er kanska trupult at fylla spaltupláss.

Tónleikaliga var hetta ein fin konsert. Júst á hædd við tað, ið væntandi var.

Hvørki meira ella minni!


Heimferð

Eftir tveir tíma longu konsertina, fylgdust vit í ferðalagnum eitt fitt petti saman við vinum og øðrum kendum, men so við og við fall burturav , tí ilt er at halda saman millum 45.000 fólk. Men hetta var sum so ongin skandala, tí ætlanin var ikki, at vit øll skuldu sama veg. Onkur ætlaði at yvirnátta í Århus og onkur at venda nøsini aftur heimeftir.

Guðrun og undirritaði skuldu við tokinum, hon til Odense og eg til Keypmannahavnar.

Men her mátti snildi nýtast. Hýruvogni er nevniliga vónleyst at fáa fatur á júst eftir eina konsert og bussarnir líktust teimum, ið ein sær myndir av í India og har á leið, so fullir vóru teir. Við hjálp frá vinfólki eydnaðist at “tumla” og tveir fittir mans – og ein dáma, sum teir eisini høvdi tikið uppí – koyrdu oman á tokstøðina.

Í tokinum mótvegis Odense og Keypmannahvn sótu vit so - á dúrkinum – millum fleiri hundrað deyðatroytt fólk.

Skemtiligt var tó, at ein dani um 25-30 ár, sum lá millum vinmenn sínar og durvaði, einaferð lat eyguni upp hugdi undrandi, og eftir lítlan støðg so spurdi, meðan hann hugdi at Guðruni.

- Er tað ikki tú, sum dugur at syngja? Hvat var tað nú tí vann?

Hann fekk sjálvsagt svar, og meira bleiv ikki av hesum, men eg kundi ikki lata vera við at hugsa, at tað er fløvandi, at fólk enn minnast til og hesum játtaði Guðrum eisini. Men hon hevur bæði bein á jørðini og letur seg ikki so lætt taka av fótum, men øll kennast helst við kensluna av, at tað er gott at merkja viðurkenning.

Vit náddu Odense og eg helt – einsamallur millum øll hini - fram til Keypmannahavnar.

Ein fín konsertferð var at enda. Police vóru stórt sæð teir somu og megnaðu sína uppgávu. Sting vísti, at hann er minst líka góður, ella betri.

At skemtisøgurnar og tað, ið danskir ummælarar annars vantaðu fyri at fáa samband við fjøldina, ikki var har, gjørdi onki. Tí tónleikurin var har og tónleikararnir, og í góðum vinalag er eisini lætt at trívast, so alt í alt var hetta til UG, hóast ein song er kærkomin tíðliga sunnumorgun, eftir slíka ferð.