Løgreglumaður skjeyt seg sjálvan

Ein 45 ára gamal danskur løgreglumaður skjeyt seg sjálvan í gjárkvøldið, stutt eftir at tveir starvsfelagar høvdu tikið hann fyri rúsdrekkakoyring.

Teir báðir løgreglumenninir vistu ikki, at tað var ein starvsfelagi, tá teir tóku mannin, men tann tikni segði teimum tað. Hinir báðir gjørdu av at taka mannin við sær til løgreglustøðina í Roskilde til avhoyringar og blóðroynd, tí teir høvdu illgruna um, at hann hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Men áðrenn teir komu til støðina, skjeyt tann tikni seg sjálvan. Hann doyði beinanvegin.

Av tí at maðurin doyði, meðan hann var í varðveitslu hjá løgregluni, skal statsadvokaturin fyri Mið- og Vestursjælland taka sær av málinum.