Løgreglumaður føldi upp á kvinnu

Patricia Aileen Wilson hevur meldað løgreglumannin fyri at stinga hendur sínar inn undir líningina og síðan at hava følt upp á hennara kynsgøgn og rumpu.

 

Ein kvinna úr Tennessee í USA hevur meldað ein løgreglumann, tí hesin tvær ferðir í tríggjar tímar steðgaði henni á vegnum við einum einasta endamáli - at føla upp á hana.

 

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú Fox News, og søgan verður eisini endurgivin í donskum miðlum.

 

Lokala løgreglan í Tennessee sigur seg stuðla løgreglumanninum, men ein almennur ákæri hevur funnist at hendingini og sigur, at tað, sum løgreglumaðurin hevur gjørt, ikki er í samsvar við hansara arbeiði.

 

Á ymiskum heimasíðum liggur eisini filmsklipp, sum vísir, hvussu løgreglumaðurin følir upp á amerikansku kvinnuna, Patricia Aileen Wilson.

 

Hon hevur nú meldað løgreglumannin fyri at stinga hendur sínar inn undir líningina og síðan at hava følt upp á hennara kynsgøgn og rumpu.

 

Sambært løgreglufrágreiðingini kropskannaði løgreglumaðurin kvinnuna, tí hon hevði tikið eina sovitablett.

 

Patricia Aileen Wilson hevur stevnt løgreglumanninum eftir umleið 600.000 krónum í okkara peningi fyri viðfaringina á vegnum henda dagin í august í fjør.