Løgreglumaður dømdur fyri morðið á blaðkvinnu

Rætturin í Moskva dømdi í dag ein fyrrverandi løgreglumann 11 ára fongsul fyri hansara lut í morðinum á blaðkvinnuna Onnu Politkovskaja fyri seks árum síðani. Harafturat skal hann rinda teimum avvarandi hjá blaðkvinnuni tríggjar milliónir rublar í endurgjaldi.

Dmitri Pavliuchenkov (myndin) var ákærdur fyri at hava hildið eygað við Onnu Politkovskaja, so drápsmenninir kundu beina fyri henni, og í rættinum viðgekk hann at hava havt samband við drápið.

Anna Politkovskaja var tíðindakvinna á blaðnum Novaja Gazeta. Hon viðgjørdi ofta kríggið í Kekenia og russisku framferðina har, og hon aftraði seg ikki fyri at finnast at Vladimir Putin, forseta. Hon var ein tann best kenda blaðkvinnan í Russlandi, og drápið bleiv roknað sum eitt tekin um, hvussu frælsið hjá teimum russisku myndugleikunum bleiv traðkað undir fót.

Anna Politkovskaja varð skotin í høvdið tríggjar ferðir um kvøldið tann 7. oktober í 2006, hon var á veg til hús.