Haris Hrenovica hevur havt ábyrgdina av málinum og gátuni um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í 2018.
Í samrøðu við Agderposten sigur hann, at nýggja starvið hjá honum verður sum løgregluadvokatur í PST í Noregi, og hetta merkir, at her kemur hann at starvast fyri trygd landsins.
PST er norska trygdarløgreglan, sum tekur sær av mest álvarsligu málunum, sum kunnu hótta trygd landsins. Í hesum liggur, at uppgávan hjá PST eitt nú er at byrgja upp fyri yvirgangsatsóknum og øðrum í Noregi.
Haris Hrenovica byrjar í nýggja starvinum hin 29. september í ár. Sjálvur heldur løgregluadvokaturin, at talan er um eitt sera spennandi starv, tá PST hevur til uppgávu at verja áhugamál Noregs.
Í gjár fekk norska løgreglan, sum roynir at loysa gátuna um, hvat hendi ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, viðhald í tingrættinum um, at løgreglan í tríggjar mánaðir aftrat sleppur at hava húsini hjá miljarderinum, Tom Hagen, í sínari varðveitslu.
Tingrætturin helt, at løgreglan eigur at fáa ta tíð, tey halda seg hava brúk fyri í royndini at greiða málið. Á rættarfundinum helt løgreglan upp á, at tey í løtuni fyrireika nýggjar tekniskar kanningar í húsunum.
Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, ætlar sær at kæra avgerðina hjá tingrættinum til lagmannsrættin. Verjin heldur, at løgreglan - heilt síðan hin 31. oktober í 2018 - hevur havt stundir og møguleikar at gera allar tær kanningar, ið tey meta vera neyðugar.
Svein Holden hevur víst á, at tað er tyngjandi fyri ein 70 ára gamlan mann, sum ímóti sínum vilja er vorðin kendur um landið, ikki at sleppa heim í síni egnu hús, nú hann hevur verið útistongdur í meira enn tríggjar mánaðir.
Á rættarfundinum í gjár viðgekk norska løgreglan, at tey seinastu mánaðirnar bert hava verið í húsunum hjá miljarderinum við Sloraveien 4 í nakrar heilt fáar dagar. Men, nú fyriliggja ætlanir um nýggjar kanningar, løgdu tey aftrat.
Løgreglan hevur skuldsett Tom Hagen fyri at hava beint fyri konu síni - ella at hava viðvirkað til, at konan er horvin. Sjálvur var miljarderurin til arbeiðis feigdardagin í oktober í 2018, tá kona hansara sporleyst hvarv.
##med2##












