Løgreglan: -Vit trúgva ikki Pistorius

Løgreglan í Suðurafrika og Oscar Pistroius eru alt annað enn samd um, hvat hendi ta náttina í síðstu viku, tá Pistorius skjeyt unnustu sína, Reeva Steenkamp. Tað kom týðiliga fram, tá kanningarleiðarin hjá løgregluni, Hilton Botha, var í rættinum í dag og greiddi frá málinum.

Hilton Botha segði, at niðurstøðan hjá løgregluni byggir á kanningar og vitnifrásagnir. Eitt vitni er serliga áhugavert. Viðkomandi hevur greitt frá, at hann hoyrdi skot í íbúðini hjá Oscar Pistroius millum klokkan tvey og trý um báttina. Tá var ljós í íbúðini.

17 minuttir seinni hoyrdi vitnið aftur ljóð úr íbúðini.

-Vitnið hevur greitt frá, at hann hoyrdi eina kvinnu rópa og síðani tvey skot afturat, segði Hilton Botha í rættinum.

Eitt, sum løgreglan hevur heft seg við, eru skotholini í hurðini til baðirúmið í íbúðini. Hilton Botha segði í rættinum, at skotini eru komin úr eva, og tað samsvarar ikki við frágreiðingina hjá Oscar Pistroius, sum hevur greitt rættinum frá, at hann fekk ikki stundir til at fáa sær tey eftirgjørdu beinini uppá, tá hann fór út til baðirúmið.

Løgreglan fann tvær telefonir í íbúðini hjá Oscar Pistroius, og tað vísti seg, at hvørgin teirra var brúkt ta náttina. Tað samsvarar ikki við tað, sum Pistroius hevur sagt. Hann hevur greitt frá, at hann ringdi eftir hjálp og einum sjúkrabili, so skjótt hann skilti, hvat var hent.

-Eg haldi, at hann visti, at hon var í baðirúminum, og at hann skjeyt hana fýra ferðir og drap hana, segði Hilton Botha í rættinum.

Verjin hjá Oscar Pistroius, Barry Roux, setti fleiri spurnartekin við frágreiðingina hjá løgregluni, og sambært fjølmiðlunum eydnaðist tað honum at sáa iva um nógv av tí, sum løgreglan sigur.

Í rættinum greiddi lægreglan frá, at hon fann ólógligt lóður og tveir pakkar av dopingarevninum testosteron í kamarinum hjá Pistroius.