Í grannalondum okkara er tað blivið ógvuliga populert at ferðast í býnum á el-rennihjólum. Seinasta árið hava vit sæð heilt nógv av hesum í eitt nú Danmark, men enn hava føroyingar ikki tikið hendan ferðsluháttin til sín. Orsøkin til tað er millum annað tí, at tólini ikki eru loyvd í Føroyum.
Løgreglan sigur í dag, at tað javnan koma fyrispurningar um el-rennihjól, og í tí sambandi ger løgreglan púra greitt, at tey ikki eru góðtikin her.
- Kemur politiið fram á eitt slíkt, verður tað konfiskerað, sigur løgreglan.
Í Danmark er ein royndartíð viðv. koyring á ferðslulógarøkinum við el-rennihjólum á gongubreyt og súkklubreyt. Hetta er ikki galdandi í Føroyum. Skal el-rennihjólið loyvast í Føroyum, krevst serstøk lógarheimlid. Løgreglan sigur soleiðis:
- Akstovan, sum er skrásetingarmyndugleiki í Føroyum, hevur mett, at skal nevnda ”el-løbehjul” loyvast í Føroyum, krevst serstøk lógarheimild. Akstovan hevur flokkað ”el-løbehjul” sum ein lítil breytmotorsúkkla (pocketbike), sum sambært § 2, V í ferðslulógini forðar fyri at verða góðkent til skráseting. Vísandi til § 60a í ferðslulógini er tað bannað at flyta inn, selja ella keypa lítlar breytmotorsúkklur.