Løgreglan vil einki siga um motivið

- Tað er einki, sum bendir á, at sudanska mamman ætlaði sær at rýma við børnunum, tó at trý pass vórðu funnin í barnvogninum, sigur løgreglan.

 

 

Ein seinnapart í byrjanini av desember fór ein ógvuliga syrgilig hending fram í Tromsø í Noregi. Tað vóru fólk, sum sóu ein tóman barnavogn standa við vegin, nærindis sjóvarmálanum, og spor vóru í kavanum og oman til sjógvin. Onkur barnastivli lá eisini ávegis oman móti sjónum. Tað var illsligt veður, kalt og myrkt henda seinnapart.

Tá málið varð kannað, vísti tað seg, at talan var um eina unga mammu av sudanskum uppruna, sum var farin út í kalda sjógvin við sínum trimum børnum, sjey, fýra og hálvt annað ára gomul. Øll vóru lívleys, tá bjargingarfólk høvdu fingið tey upp úr sjónum.

Sama kvøld varð mamman staðfest deyð og morgunin eftir sjey ára gamla dóttirin. Fýra ára gamla barnið varð staðfest deytt eini trý samdøgur seinni. Einasta av teimum fýra, sum yvirlivdi hesa ræðuligu hending, var hálvt annað ára gamla barnið, sum tó framvegis liggur á sjúkrahúsi.

Norska løgreglan hevur síðan hesa hending kannað málið, og hóast trý pass eisini vórðu funnin í barnavogninum, hevur løgreglan ongar upplýsingar, sum benda á, at mamman hevði fyrireikað seg til nakra ferð ella rýming við børnunum.

Maðurin og pápin at børnunum var til arbeiðis, tá hendingin fór fram. Mamman hevði sama seinnapart verið til roynd í norskum fyri innflytarar, og einki bendi á, at hon ikki var í góðum lag. Ein grannagenta, sum ætlaði at spæla við sjey ára gomlu dóttrina, var komin á gátt heima við hús hjá familjuni og hevði møtt mammu og børnunum, sum tá vóru á veg út.

Barnið hevur greitt frá, at hon ikki dugdi at síggja, at ikki alt var, sum tað átti.

Norska løgreglan sigur við norska kringvarpið - NRK - í dag, at tey nú nærkast endanum við kanningararbeiðnum í málinum, og tey hava fingið eina greiða mynd av, hvussu mamma og børn hava flutt seg henda seinnapart, tá syrgiliga hendingin fór fram.

- Tað, sum okkum nú vantar, er at gjøgnumganga elektronisk spor – at gera nakrar vitnisavhoyringar aftrat og so endaligu frágreiðingarnar frá líkskurðinum, sigur løgregluadvokaturin, Gøril Lund, við NRK.

Hon vísir á, at tey hava vakmyndaupptøkur, upplýsingar frá billettskipan, vitnisfrágreiðingar og elektronisk spor at byggja sína vitan á. Kanningarnar vísa nevniliga, at seinastu elektronisku ”sporini” hjá mammuni eru feigdardagin klokkan 16.52, og klokkan 17.43 var fyrsta av teimum fýra lívleysu fingið upp úr sjónum.

Løgreglan visti í dag eisini at siga, at persónurin, sum sambært kanningunum lá longst í sjónum, var í sjónum í 51 minuttir.

NRK veit at siga, at ein samlað meting hjá løgregluni vísandi til próvgrundarlag og vitnisfrágreiðingar er, at talan er um dráp, drápsroynd og sjálvmorð, men løgreglan vil einki siga um, hvat motivið hjá mammuni kann hava verið.

- Tað eru nakrar etiskar metingar um, hvat skal almannakunngerast, og vit meta, at tá ríkisadvokaturin hevur mett um málið, hevur hann eisini eina meining um, hvat skal almannakunngerast, sigur Gøril Lund við NRK.

Hon leggur tó aftrat, at almenningurin neyvan fer at fáa øll svar í hesum máli, tá høvuðskeldan - sum er mamman - er deyð. Løgreglan metir, at tey fara at senda málið til ríkisadvokatin í endanum av februar.

Løgreglan veit at siga, at trý pass vórðu funnin í barnavogninum. Hetta vóru passini hjá mammuni og teimum báðum elstu børnunum. Yngsta barni hevði ikki egið pass.

- Vit hava ikki upplýsingar sum siga, at mamman hevði lagt til rættist eina ferð. Vit hava kannað eftir, um flogferðaseðlar vóru bílagdir, og tað vóru teir ikki, sigur Gøril Lund og vísir á, at tey eisini hava hugt í sosialar miðlar, har nógv er skrivað á arabiskum, og at tað tískil hevur verið neyðugt við umsetingum. Haraftrat hevur løgreglan gjørt fleiri enn 70 vitnisavhoyringar, harav fleiri eru gjørdar í londum uttan fyri Noreg.

Pápin til børnini er eisini avhoyrdur við status sum vitni. Advokatur hansara, Erik Ringberg, sigur, at løgreglan hevur gjørt eitt umfatandi arbeiði, og at hetta arbeiði nú gongur móti endanum. Hann væntar, at soleiðis, sum málið fyriliggur, verður tað burturlagt.

NRK spurdi eisini advokatin, hvussu pápin hevur tað?

- Hetta er ein krevjandi støða at vera í. Tað hevur verið ringt hjá honum, men hann ger sítt besta í teirri støðu, hann er komin í. Hann hevur eitt ynski um at byrja gerandisdagin aftur – í tann mun, tað letur seg gera eftir eina so ræðuliga hending, sigur advokaturin.

Hevur maðurin og pápin álit á kanningararbeiðnum hjá løgregluni?

- Ja, so avgjørt. Vit hava snakkað nógv um arbeiðið hjá løgregluni. Løgreglan hevur verið okkum nær alla tíðina, og bæði eg og maðurin halda, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur Erik Ringberg, advokatur, við NRK.