Løgreglan veit framvegis einki

?Vit hava samband við norsku løgregluna, men tað eru enn nøkur ting, sum ikki eru komin heilt upp á pláss enn, og sum vit nú bíða eftir, sigur Bergleif Brimvík

Norska løgreglan er farin undir kanningararbeiðið av tilburðinum, tá ein maður frá Filippinunum stakk føroyska skiparan umborð á Tórsvík.
Løgreglan í Havn hevur framvegis ongar upplýsingar, tí tað eru nøkur viðurskiftið, sum skulu koma upp á pláss fyrst.
? Vit hava samband við norksu løgregluna, men higartil gera teir tað, sum skal gerast, m.a. við at kanna hvat tað var, sum hendi umborð, greiðir Bergleif Brimvík frá.

Veldst um
Hann sigur, at tað ikki eru nakrar greðar mannagongdir sum so, tí tað veldst um so ógvuliga nógv ting.
? Tað eru ymisk ting sum gera seg galdandi, m.a. hvar skipið var statt, tá álopið hendi. Var skipið í altjóða farvatni er mannagongdin ein onnur, enn um skipið t.d. var í føroyskum ella norskum sjógvi, greiðir Bergleif Brimvík frá.
Spurdur, um hvussu leingi teir fara at vera í bíðistøðu, svarar Berleif, at hann væntar at fáa greiði á málinum seinni mikudagin ella einaferð út á hósdagin.
? Tá verður so avgerð tikin um, hvørt vit yvirtaka málið, um gerningsmaðurin skal til Føroyar til rættarsakina o.s.fr. Men enn kann eg ikki svara nøkrum av spurningunum, tí eg veit sum sagt ikki hvussu tað verður, sigur Bergleif Brimvík at enda.