Tað er av ringasta veðri í kvøld, men hóast tað hevur løgreglan ikki fingið nakað serligt av skaðafráboðanum.
- Tað einasta, sum vit hava fingið, eru fólk, sum hava ringt um valplakatir, sum antin eru farnar á flog ella eru um at fara. Tað hevði tí verið gott, um valevni kring landið fóru at eftirkanna, at teirra plakatir standa tryggar og ikki hava hug at fara í nógva vindinum, tí tað kann vera vandamikið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.