Løgreglan ávarar um oljudálking á vegnum úr Leirvík til Gøtueiðið.
Løgreglan fekk fráboðan um dálkingina nakað eftir klokkan ellivu, og avvarðandi myndugleikar hava fingið boð um dálkingina. Farið er í gongd við at vaska vegirnar.
Sambært løgregluni er nógv olja á ávísum vegastrekkjum, og tað kann vera hált at koyra – ikki minst hjá teimum á tveimum hjólum. Tí heitir løgreglan á fólk um at ansa sær.
Tað fer at taka nakrar tímar at fáa bilbukt við oljudálkingina.