Løgreglan ávarar um hálku kring landið í kvøld, og landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi á Gjáarvegnum og Oyndarfjarðarvegnum, sum eru stongdir vegna kava.
Eisini varð boðað frá, at Landsverk gavst at grava um Gøtueiði klokkan 21 vegna ring líkindi.










