Fríggjakvøldið var eitt av teimum strævnu hjá løgregluni. Trupulleikarnir vóru ikki teir størstu, men teir vóru nógvir í tali. Serliga varð løgreglan boðsend at skilja ófriðarkroppar sundur, og sum oftast er tað nóg mikið hjá teimum at koma á staðið, men í einstøkum førum var neyðugt at blanda seg.
Í einum føri noyddist løgreglan at taka tveir mans við sær á støðina. Tað var á einum dansistað, har tveir mans ikki tímdu út, tá tíð var at gevast. Í staðin bjóðaðu teir av at berjast, og so varð løgreglan boðsend. Teir komu á staðið og tóku ólátaðu menninar við á støðina, har teir gistu.
Nógv úti men lítið kom inn
Leygarkvøldið var heldur friðarligari. Fótbóltsárið endaði og nógv fólk var í býnum, men sum heild var lagið gott á fólki, og tá eru sjáldan trupulleikar.
– Løgreglan var tó nógv úti, men tíbetur kom lítið inn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Onkur brot vóru á politiviðtøkurnar. Ein kúllur helt tað var eitt gott hugskot at bróta eina fløsku uttan fyri løgreglustøðina, men má nú sanna, at tað var betur ógjørt.
Rýmdu frá ferðsluóhappi
Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp í Leynum, har ein bilur rendi á ein garð. Tríggir mans vóru í bilinum, og tveir teirra rýmdu av staðnum, men vórðu tiknir aftur beinanvegin.
Ongin skaði stóðst av hesum, men løgreglan veit enn ikki, hvør teirra koyrdi bilin. Blóðroynd er so tikin av øllum trimum, tí okkurt er sum bendir á, at menninir vóru ávirkaðir, og so mugu víðari kanningar vísa, hvør tað var, sum koyrdi bilin.
Eisini í Kollafirði var eitt minni ferðsluóhapp um vikuskiftið. Fríggjakvøldið fór ein lastbilur útav vegnum á Signabø. Vegurin har er so smalur og bilurin so stórur, og tí var øll ferðsla til og frá Signabø tarna í hálvanannan tíma, tá ein brandbilur fekk bilin uppaftur.– Sum heild kann sigast, at døgnrapportin fyllir nógv, men tíbetur er talan um smáting, sum ikki hava givið stórvegis trupulleikar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.