Løgreglan uttanfyri Havnina verður avtikin

Nú skal danski løgmálaráðharrin greiða frá, um hann heldur, at tað er ráðiligt

Sum tað frættist bæðí í gjár og í dag, er ætlanin at niðurlagað løgregluna bæði í Vágum og í Norðoyggjum, og at miðsavna viðsemið í Havn.

 

Hetta mótmæla bæði kommunurnar í Vágum og Klaksvíkar Kommuna, men nú hevur Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður gjørt av at reisa málið í Fólkatinginum.

 

Í morgin fer hann sostatt at spyrja danska løgmálaráðharran, Søren Pind, um hann metir at tað er ráðiligt at avtaka løgregluna í Vágum og í Norðoyggjum, afturat tí, at løgreglan í Eysturoy longu er niðurløgd.

 

Tað, sum nú liggur í kortunum, er at í Vágum verða tveir løgreglufólk færri enn tað hava verið. Tað hava verið fýra í starvi í Vágum, nú verða tað bara tveir. Og í Klaksvík verður bara náttarvakt um vikuskiftini.

 

Sostatt vera tað stór pláss í Føroyum, sum fara at liggja í løgregluloysi stóran part av tíðini, og tað elvir til ótryggleika, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Hann sigur, at við hesum verður hildið fram við ógvusligu miðsavningini, har endamálið er at avtaka løgregluna bæði norðanfyri, eystanfyri og vestanfyri Havnina.

 

Vit hava eisini tosa við hin fólkatingsmannin, Sjúrð Skaale, og hann er eisini sinnaður at taka málið upp. Men hann fer fyrst at seta seg inn í, hvørjar ætlanirnar í roynd og veru, eru við løgregluni í Føroyum. 

Í Norðlýsinum avsannar Niels Erik N. Jensen, sjefpolitiinspektørur, annars, at ætlanin er at avtaka náttarvakrina í Klaksvík, tí har verður fólk tøkt allan sólarkringin.