Bretska løgreglan sigur, at ein 23 ára gamal maður er handtikin í samband við bumbuálopið í Manchester í gjár, tá 22 fólk vórðu dripin og fleiri løstað til eina konsert við Ariana Grande í Manchester Arena.
-Í samband við hendingina í Manchester Arena í gjár, kunnu vit vátta, at vit hava handtikið ein 23 ára gamlan mann í syðra partinum av Manchester, skrivaði Bretska løgreglan á Twitter í dag.