Í meksikanska býnum Ciudad Juárez hevur handtikið sín egna stjóra. Myndugleikarnir siga, at meiri enn 200 løgreglumenn vóru við í álopinum á eitt hotell, sum løgreglustjórin búði í. Í hotellinum funnu løgreglumenninir eina goymslu við vápnum og rúsevnum.
Løgreglustjórin er nú skuldsettur fyri at hava noytt fleiri løgreglumenn at taka lut í ymiskum lógarbrotum.
Ciudad Juárez er tætt við amerikanska markið, og har eru ofta ógvusligir samanbrestir millum rúsevnaharkalið, sum berjast um rúsevnasmuglingina til USA.