Michael Boolsen, fúti, kennir einki til tilburðin, har eigarin av einum skeinkistaði í Havn fekk at vita frá einum løgreglumanni, at gjørdi hann ikki, sum almennu tilmælini søgdu og lat skeinkistaðið aftur um náttina, so varð hetta fest í døgnrapportina og latið loyvisnevndini, tá skeinkiloyvið skuldi endurnýggjast.
Les eisini: Barreigari: Løgreglan hóttir meg eftir skeinkiloyvinum
Michael Boolsen sigur seg ikki kenna til tilburðin, men hann hevur í hyggjuni at kanna, hvat er farið fram.
Kortini metir Michael Boolsen ikki, at tað er nakað løgið í, at løgreglan ringir til skeinkistøð og minnir tey á tey tilmæli, ið eru komin frá almennari síðu.
– Tað er okkara uppgáva at halda lóg og ordan. Tað er okkara yvirskipaða uppgáva sambært rættargangslógini. Og hvat liggur í tí? Í tí liggur millum annað, at vit av og á minna á, at tað kann vera, at tað er ikki beinleiðis forboð móti onkrum, men at frá samfelagsins síðu er ikki ynskiligt, at hetta verður gjørt, sigur Michael Boolsen.
– Viðvíkjandi formuleringini um at tað skal leggjast fyri loyvisnevndini, tað veit eg ikki nakað um, so tað fari eg ikki at gera viðmerkingar til.
Í samrøðu við in.fo greiddi Michael Boolsen frá, at hann fer at kanna, hvat er farið fram, og at meira verður væntandi at frætta í morgin.