Løgreglan stendur klár fyri B36

Hóast mótstøðuliðið í annaðkvøld telist millum tey heilt stóru í Europa, so royna teir í B36 at taka avbjóðingina sum eina uppliving

Fótbóltur

Skuldi tað hent seg, at B36 kemur hampuliga heilskapað úr dystinum í Istanbul í annaðkvøld, so stendur eitt heilt herlið av løgreglufólki til reiðar at hjálpa føroyska ferðalagnum av stadion.
Tað er ein av veruleikunum, sum, spælarar og leiðarar hjá B36 royna at venja seg við, nú teir gera seg út til helst størstu uppgávuna, sum nakað føroyskt lið hevur havt. Móti einum av teimum feløgum, sum standa til reiðar at koma upp sonevnda G-14 samstarvið, sum er eitt samtak av veruligu risunum í Europeiskum fótbólti. Eitt samtak, sum í verandi líki telur lið sum Real Madrid, Manchester United og Bayern München.
Og tá hópurin telur fleiri av teimum, sum fyri fýra árum síðani vunnu HM-bronsu, umframt bæði franskar og brasilskar landsliðskandidatar, stendur teimum flestu greitt, at talan er um óvanlgia sterka mótstøðu.

Mansvardir av miðlunum
B36 var eisini í 1999 á vitjan í Turkalandi, tá teir spældu UEFA-Cup dyst móti Ankaragucu. Í dag er eingin av spælarunum frá teirri ferðini við í hópinum, men venjarin, Sigfríður S. Clementsen, var tá millum spælararnar, eins og Kristjan á Neystabø eisini ta ferðina var leiðari hjá hópinum.
Men upplivingin í 1999 kann als ikki sammetast við tað, sum B36 upplivir í hesum døgum, sigur Kristjan á Neystabø.
- Vit høvdu nokk ikki ánilsi fyri, hvussu stórt hetta felagið er, áðrenn vit komu til Istanbul. Hvørja einastu venjing eru hópur av mynda- og tíðindafólki og hyggja at okkum, og sjónvarpsstøðir fylgja mest sum hvørjari rørslu hjá okkum. Felagið hevur eisini egna sjónvarpsrás, og teir vóru í hølunum, tá vit í gjár vóru á ferð runt í Istanbul.
- So tað eru nógv viðurskifti, sum vit als ikki eru vanir við, sum gera seg galandi, men tað tænir spælarunum til rós, at teir als ikki tykjast nervaðir av hesum. Nú síggi eg sjálvandi ikki, hvat fyriferst í tonkunum hjá teimum, men tað tykist, sum taka teir hetta sum eina velduga uppliving.

Skilija ikki avrikini
Tá tosað verður um føroysku útlitini, sigur Kristjan, at hjá teimum er setningurin greiður. Verjuskipanin skal rigga optimalt, og so er at vóna, at spælararnir hóra undan trýstinum.
Og hóast turkiska stórfelagið er risa-stórur favorittur undan uppgávuni, so er ikki sørt, at lokalu miðlarnir hóast alt eru eitt sindur imponeraðir av B36.
- Tað sigur teimum kanska ikki so nógv, at vit í fjør vunnu á ÍBV, og at vit í ár hava bast maltesisku meistarunum. Tey siga, at tey kenna støðið á føroyskum fótbólti, og tí ivast tey ikki í, at Fenerbache vinnur. Men ein spurningur, sum støðugt verður reistur, er, hvussu vit fyri sjey árum síðani megnaðu at spæla næstan upp til Ankaragucu. Hóast turkiskur fóbtbóltur fyrst og fremst snýr seg um Fenerbache, Galatasary og Trabsponzor, so er tað eitt avrik, sum veruliga hevur vakt ans. Og megna vit at endurtaka tepra 1-0 tapið frá teirri ferðini, stendur óivað væl til hjá okkum, heldur Kristjan.

Hitin ikki ræðandi
Vanliga er veðurlagið ein av heilt stóru mótstøðumonnunum, tá føroysk lið ferðast suðureftir, men hóast heitt, so tykist hetta ikki vera heilt so ræðandi hjá B36 hesaferð.
Veðurkortið staðfestir, at hitin í løtuni er um 30 stig, og tá B36 spælir klokkan 21 lokala tíð, verður talan helst um nøkur og tjúgu hitastig.
Síðani sunnudagin hava spælararnir vant tvær ferðir um dagin, og enn hevur hitin ikki darvað, verður sagt úr leguni. Skaðar kenna tey einki til enn, og verður sæð burtur frá leikbannaða Mikkjal Thomassen, eru allir spælarar tøkir til uppgávuna.