Í hesum døgum fer løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna fyri at vita, hvussu skjótt bilarnir koyra. Í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd eru tey farin undir eina kampanju fyri at fáa bilførarar at halda hámarksferðina. Løgreglan er eisini við í hesum átakinum og í hesum sambandi verða rættiliga nógvar ferðmátingar gjørdar kring landið í hesum døgum.
Men sum heild er støðan góð, sigur løgreglan. Nakrir bilførarar hava fingið bót fyri at koyra ov skjótt, og einstakir hava eisini koyrt so mikið skjótt, at teir hava fingið klipp í koyrikortið. Tað merkir, at at teir koyra 21 – 30 kilometrar skjótari enn loyvt er.
Men í sama viðfangi tók løgreglan eisini tikið ein bilførara í Havn seinnapartin í gjár, har tey hava illgruna um, at hann koyrdi við kenning, og sostatt er blóðroynd tikin av honum.
Og ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at snara út á ein veg, har hann ikki hevði loyvi at snara.
Í Klaksvík hendi eitt ferðsluóhapp í gjár, har tveir bilar stoyttu saman tí at annar helt ikki sína treytaleysu víkiskyldu. Báðir bilarnir fingu skaða, men fólkaskaði var eingin.