Løgreglan skal hava føroyska leiðslu

Niels Erik Nymark Jensen, chefspolitiinspektørur, heldur, at tíðin er komin, at løgreglan í Føroyum fær eina føroyska leiðslu.

 

Tríggir teir ovastu leiðararnir í løgregluni í Føroyum eru danir, men stendur tað til ein teirra, Niels Erik Nymark Jensen, chefspolitiinspektør, so fara føroyingar framyvir at fylla hesar sessirnar. Hann sær tað sum eina av sínum týdningarmestu uppgávum at finna ein føroyskan avloysara til seg sjálvan.

 

Niels Erik Nymark Jensen hevur verið í starvið sum chefspolitiinspektørur síðani februar 2015, og sigur sjálvur við fakblaðið Dansk Politi, at millum størstu trupulleikarnar innanhýsis í føroysku løgregluni er munurin á mentanini. Hann sigur, at tað er ein ávísur munur á føroysku og donsku løgreglufólkunum.

- Mentanarliga eru vit ymisk, og tað eri eg sera tilvitaður um. Føroyingar hava til dømis ein heilt annan hugburð til tíð. Teir koma ikki neyðturviliga klokkan átta, hóast fundurin skal byrja tá. Eg haldi tó, at eg eri vorðin væl raskari at góðtaka og arbeiða við føroyska tíðarhugtakinum. Mínir starvsfelagar halda tó kanska at eg eri nakað ótolin enn.

 

- Málið og mentanin eru ein forðing, tí føroyingar eru eitt sera sjálvstøðugt fólkaslag. Tí haldi eg, at føroyska løgreglan sum frá líður eigur sjálv at megna at seta leiðarar á ovastu rók við, og ein av mínum týdningarmestu uppgávum er at fyrireika ein ella fleiri í løgregluni til at taka við mínum starvi sum chefspolitiinspektør, áðrenn sáttmáli mín gongur út í 2017, sigur Niels Erik Nymark Jensen.