Løgreglan í Filipsoyggjunum leyp fyri løtu síðani á bussin, sum ein vápnaður maður tók í høvuðsstaðnum Manila morgun.
25 fólk vóru í bussinum, men álopsmaðurin lat níggju teirra leys.
Bussførarin, sum eisini slapp úr bussinum fyrr í dag, hevur greitt frá, at álopsmaðurin hevur skotið tey 15 ferðafólkini, sum vóru eftir í bussinum. Sum skilst eru øll ferðafólkini úr Hongkong.
Útvarps- og sjónvarpsstøðir siga, at álopsmaðurin er eftir øllum at døma á lívi, tí at tað bleiv skotið eftir løgreglumonnunum, tá teir royndu at sleppa inn í bussin.
Myndugleikarnir hava sagt, at maðurin, sum hevur tikið bussin, er fyrrverandi løgreglumaður, men bleiv uppsagdur orsakað av sviki.