Í gjár mátti løgreglan til Vestmanna at tosa nøkur álvarsorð við nøkur umboð fyri hvalaverndarfelagsskapin Sea Shepherd.
Grind legði beinini í Vestmanna í gjár og í hesum sambandi vóru umboð fyri Sea Shepherd til staðar, har tey tóku drápið upp á video og sendu tað beinleiðis kring heimin. Men hyggjaratalið var ikki stórt, tí einans eini 250 fólk hugdu. Men tey hildu seg passaliga langt frá drápinum og vóru ikki til ampa.
Men umboðini fyri Sea Shepherd góvust ikki so, tí tey vildu eisini taka film av, hvussu skrokkar, og annað, sum ikki verður brúkt av hvalinum, verður burturbeint.
Tí tóku tey eisini upp á film, tá ið skrokkar og kúlur vórðu hivað upp í ein lastbil at verða burturbeint.
Men førarin, sum koyrdi lastbilin, helt, at tey vóru for ágangandi við myndatólinum, og komu alt ov nær.
Hann føldi seg so mikið kroystan av Sea Shepherd fólkunum, at hann ringdi til løgregluna, og løgreglan sendi fólk til Vestmanna.
– Vit tosaðu við umboðini fyri Sea Shepherd og greiddu teimum frá, at tey máttu geva manninum arbeiðsfrið, sigur løgreglan.
Bilførarin arbeiddi við einum tungum krana, og tískil var tað eisini ein trygdarspurningur, tá ið fólk ikki halda seg passaliga langt, leggur løgreglan afturat.
Løgreglan greiddi fólkunum frá Sea Shepherd frá, at tey høvdu rætt at taka myndir, men at tey skuldu halda seg so passaliga langt burtur, at tey ikki vóru til ampa hjá bilførarunum, og so at tey ikki settu trygdina í vanda.
Løgreglan sigur, at tey skiltu boðskapin og tóku seg nakað aftur, soleiðis at uppruddingin kundi halda fram ótarnað.