Løgreglan:Kanningarnar halda áfram

?Enn er langt á mál hjá okkum, men vit halda áfram við kanningunum, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni


Narkotika

?Eg kann bert siga, at kanningararbeiðið hjá løgregluni heldur áfram, og vit hava ikki handtikið nakran afturat, segði Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, fyri Sosialinum, tá vit ringdu til hansara fríggjamorgunin.
Hann váttar, at talan hevur verið umfatandi arbeiði hjá løgregluni. Í skuldsetingunum varð í fleiri førum nevnt eitt tíðarskeið frá juni 2001 til oktober 2001. Hesa tíðina hevur løgreglan so fylgt teimum nú skuldsettu rættiliga væl.
Løgreglan hevur áður sagt, at teir meta seg hava fingið hendur á bakmonnum, og hetta halda teir fast við.
Ovastin á kriminaldeildini vil ikki siga nakað um, hvørjar kanningar teir fara at gera ella hvar tær fara fram.
Spurdur um løgreglan nú stendur sterkari, tá ein av teimum skuldsettu hevur játtað seg sekan, sigur Bergleif Brimvík, at teir standa sterkari, men kann ikki siga nakað meira um, hvørja ávirkan hetta fær.
Maðurin, ið varð handtikin í Danmark kemur eftir ætlan til Føroya í næstum, tí málið verður viðgjørt her.
Teir fýra menninir, ið eru varhaldsfongslaðir í Føroyum, skulu allir sita tær fyrstu tvær vikurnar í isolatión ella avbyrgdir.
Bergleif Brimvík greiðir frá, at hetta merkir, at menninir verða avbyrgdir frá øðrum fangum. Tað verður ikki møguleiki hjá teimum at samskifta við aðrar fangar. Bræva- og vitjunarsamskifti verður gjølliga fylgt eisini.
Tað er eisini avmarkað til átta vikur, ið teir varhaldsfongslaðu kunnu sita avbyrgdir.