Løgreglan kannar sermerkt herverk í Miðvági

Í gjárkvøldið varð boðað frá einum heldur sjáldsomum herverki í skúlanum í Miðvági. Løgreglan sigur, at onkur hevur typt frárenslið í einum vaski við pappíri og hevur síðani skrúvað kranan frá, so at tað rann yvir.

 

At síggja til er vatnskaðin ikki stórur, men tryggingin er fráboðað og avfuktari er settur inn. Løgreglan sigur, at tey nú royna at finna út av, hvat tað er, sum er hent, og í hesum sambandi eru tey heldur ikki greið yvir, um talan er um óvitalótir, ella um talan er um beinleiðis óndsinnað herverk.