Tað er eingin ivi um, at hetta málið verður mett sum grovur harðskapur. Tað sigur Jón Klein Olsen um tilburðin, tá átta dreingir framdu álop á ein 15 ára gamlan drong í Havn týskvøldið.
Hetta hóast drongurin ikki hevur fingið varandi mein av álopinum. Løgreglan sigur, at um knívur ella annað amboð verður nýtt í álopi, so er tað grovur harðskapur, uttan mun til hvussu stórur skaðin er.
Jón Klein Olsen sigur, at enn hava tey ikki avhoyrt ella tikið nakran, sum er undir illgruna. Orsøkin til tað er, at løgreglan vil undirbyggja tær ábendingar, sum hon longu hevur. Málið skal við øðrum orðum kannast gjøllari, áðrenn farið verður víðari.
Og støðleiðarin sigur, at løgreglan hevur rímiliga góðar ábendingar um, hvørjum hon skal fara eftir. Tí er væntandi, at onkur verður tikin til avhoyringar í næstum.
Annars sigur Jón Klein Olsen, at tað væl er hugsandi, at Føroya Tele kann spora hóttandi SMS-boðið, sum drongurin fekk um internetið á fartelefonina fyrr um dagin.










