Løgreglan kannar bilar og bilførarar um alt landið

Nú er at hava bilin í ordan og í morgin kemur ein regla í gildi, sum fá kanska hugsa um

Løgreglan er nú farin undir eitt miðvíst átak fyri at kanna ferðsluna kring landið. Í gjár kannaðu tey ferðsluna í Havn og tað kostaði einum bilførara bót fyri at hava goymt koyrikortið eftir við hús og fyri at lyktirnar á bilinum ikki vóru eftir forskriftunum.

 

Fyrr í vikuni var løgreglan eisini ymsastaðni í landinum og kannaði bilar og bilførarar, og eisini tað kostaði fleiri bilførarum bót.

 

Og hesa næstu tíðina fer løgreglan at halda fram við arbeiðnum at kanna bilar og bilførarar kring landið. Ta er myrkt, so tað er fastur táttur hjá løgregluni at kanna lyktirnar, umframt alt annað. Og í morgin 1. desember kemur so eisini ein serlig regla í gildi, og tað er, at tá ið tað er hált, er tað ólógligt at koyra við summardekkum. Hetta er galdandi til. 1. apríl og bótin er 1000 krónur.

 

Treytin fyri at koyra við summardekkum hesa tíðina, er, at bilurin eisini hevur ketur. Men tað eru ómetaliga fá, sum hava ketur longur, so í roynd og veru merkir hetta, at tá ið tað er hált í tíðini frá 1. desember til 1. apríl, skal bilurin hava píkadekk, ella vetrardekk, sum eru merkt M+S, MS, M&S, M-S, ella Mud and Snow, og mynstrið skal vera minst tríggjar millimetrar djúpt.

 

Akstovan metir, at tað fer at minka um talið á álvarsligum ferðsluóhappum, at tað nú er ólógligt at koyra við summardekkum tá ið tað er halt.