Løgreglan hevur í nátt verið á vertshúsum í Havn, í Eysturoynni og í Klaksvík. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað er rímiliga javnan, at løgreglan fer á vitjan í vertshúsum kring landið.
Tá ið løgreglan fer slíkar túrar er tað fyri at kanna, at tað ikki eru ov nógv fólk í hølunum. At neyðugu skeltini eru sjónlig so, at tey vitjandi kenna reglurnar. Tað er eisini fyri at tryggja sær, at tað ikki eru ov ung fólk á staðnum og so framvegis.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað hava verið nógv fólk í býnum kring alt landið, men at tað hevur verið sera friðarligt fyri løgreglufólk. Eisini sigur vakthavandi, at øll vertshúsini, sum løgreglan vitjaði í nátt, livdu upp til tær lógir og reglur, sum eru fyri vertshús.