Løgreglan kannaði 180 bilar í gjár

Nakrir bilførarar høvdu eisini mist nummarpláturnar, tá ið teir vaknaðu í morgun

Seinnapartin í gjár var eitt vælmannað lið av løgreglufólki í J.C.Svabosgøtu í Havn og kannaði ferðsluna. Tey stóðu uttan fyri Landsbókasavnið og har vórðu bilarnir, sum komu framvið, kannaðir.

Løgreglan sigur, at tilsamans vórðu 180 bilar kannaðir, og tað var ikki til fánýtis, tí tað vóru 21 bilførarar, sum ikki høvdu síni viðurskifti ílagi eftir forskriftunum, og teir fáa so bót.

Løgreglan sigur, at átta bilførarar tosaðu í hondhildnari fartelefon, tá ið teir komu koyrandi fram við og sjey fólk, sum vóru í bilunum, høvdu ikki spent sær trygdarseðlan. Annars vóru tað fimm bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið við og á einum bili var ein pera brostin.

Í nátt hevur løgreglan eisini verið runt í høvuðstaðarøkinum og tikið nummarplátur av bilum, har bilførarin er í eftirstøðu fyri veggjald, trygging, ella kanska ikki er møttur til sýn. Løgreglan sigur, at í nátt hava tey tikið nummarpláturnar av fimm bilum í hesum sambandi.