Løgreglan kann finna Hans Davidsen

Bjørn á Heygum, sakførari sigur, at løgreglan kann nýta síni amboð til at finna útav hvør tann veruligi persónurin handan Hans Davidsen er. -Løgreglan hevur ymisk amboð, sum hon kann nýta til at uppspora Hans Davidsen, sigur Bjørn á Heyum.

Facebookbólkurin, sum Hans Davidsen hevur stovnað við heitinum ?Út við teimum brekaðu?, er meldaður til løgregluna av Heina Festirstein, sum í mong ár hevur sitið í koyristóli. Hann kendi seg stoyttan av bólkinum, og útsagnunum hjá Hans Davidsen í samband við bólkin.

Í Føroyum er tað ikki loyvt at diskriminera fólk vegna húðarlit, átrúnað, seksualiteti og so framvegis, og Bjørn á Heygum slær fast, at hendan lógin eisini er galdandi fyri internetið.

-Lógin er galdandi á internetinum, men fyrst má løgreglan finna upphavsmannin til bólkin, sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at tað kann møguliga gerast trupult hjá løgregluni, at spora vangamyndina hjá Hans Davidsen.