Løgreglan: - Ikki svarið hesum teldupostinum

Fyri tíðina hótta brotsmenn privatpersónar fyri at fáa teir at senda sær pengar

Fyri tíðina eru nógvir falskir teldupostar í umferð, har brotsmenn royna at noyða privatpersónar at senda sær pengar. Hetta ávarar danska løgreglan um í dag, og føroyska løgreglan ger vart við hesa somu ávaring.

 

Avsendarin tvíheldur um at hava atgongd til telduna hjá móttakaranum. Hann sigur seg síggja browsarahistorikkin og hava pornografiskar myndir, sum eru upptiknar við webkameranum á telduni. Samstundis hóttir avsendarin við at víðarisenda myndirnar til allar kontaktirnar hjá móttakaranum, um viðkomandi ikki gjaldir eitt loysigjald í Bitcoins, áðrenn eina ávísa tíðarfreist.

 

Í summum førum er telduposturin hjá avsendaranum falskur og hevur tí teldupostin hjá móttakaranum bæði sum móttakara og avsendara. Tað er ein roynd hjá hackaranum at prógva, at hann hevur hackað seg inn í telduna, samstundis sum hann roynir at fjala, hvør veruligi avsendarin er. Hesir teldupostarnir eru sambært løgregluni á fleiri ymsum tungumálum, m.a. týskum, norskum, svenskum, enskum og donskum.

 

- Løgreglan viðmælir, at tú hvørki gjaldir loysigjaldið ella svarar teldupostinum, tí avsendarin hevur ikki atgongd til hesar myndirnar, og hann hevur heldur ikki hackað seg inn á tína teldu. Tú skalt bara strika teldupostin, sigur danska løgreglan.