Løgreglan hundavenjing í Klaksvík

Hundavenjing

Tað vóru tey, sum hildu, at eitt hvørt var á vási í Klaksvík í morgun, tá ið løgreglumenn úr Havnini stevndu norður til Klaksvíkar við hundum.
Men á løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at soleiðis er ikki.
- Løgreglumenninir eru bert komnir norður higar at venja sínar hundar.
Sagt verður, at skipað verður javnan fyri hundavenjingum, og tað er ikki altíð, at hesar venjingar eru í høvuðsstaðnum, hóast allir hundarnir, sum løgreglumenn hava, eru í Havn.
- Tað kann jú vera gott fyri hundarnar, at teir eisini sleppa at anda luft í seg aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum.
Á løgreglustøðini í Klaksvík siga tey, at einir 5-6 hundar komu norður um Leirvíksfjørð í morgun, og til hvønn hundin er ein løgreglumaður.
- Venjingarnar fevna um nakrar dagar, og hundarnir verða vandir til tað, sum teir vanliga verða brúktir til. Tá ið venjingarnar eru lidnar, fara løgreglumenn og hundar suður aftur um fjørðin.

Løgreglumenn eiga hundarnar
Tað er ikki soleiðis, at løgreglan eigur hundarnar, men løgreglumenninir sjálvir.
- At løgreglumenn hava hundar, er soleiðis eisini av egnum áhuga. Teir hava sínar hundar heima við hús, har teir fáa neyðugu røktina, og tá ið teir so eru til arbeiðis, hava teir hundarnar við sær.
Á løgreglustøðini í Klaksvík siga tey, at við í venjingini eru eisini hundar, sum eru góðkendir til at tevja hasj og onnur rúsandi evni.
- Neyðugt er, at førleikin hjá hundunum verður hildin við líka, og tí verður regluliga skipað fyri slíkum venjingum, siga tey.
Tað hevur annars verið friðarligt í Klaksvík um vikuskifti, men onkur innbrot og herverk hava verið, veit løgreglan í Klaksvík at siga.