Eftir at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hevur verið sporleyst burtur í meira enn sjey mánaðir, váttar norska løgreglan nú, at fartelefonin hjá henni varð funnin í heiminum, eftir at løgreglan stutt eftir burturblívingina kannaði húsini í Lørenskog.
Seinasta lívstekin til Anne-Elisabeth Hagen er nevniliga ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni klokkan 09.14 sama morgun, sum hon var burtur, tá maðurin kom aftur úr arbeiði tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í fjør.
Tommy Brøske, kanningarleiðari, sigur, at løgreglan soleiðis hevur havt telefonina hjá henni undir eftirlitið heilt síðan henda dag. Løgreglan vil tó einki siga um, hvør fann telefonina í heiminum hjá hjúnunum, Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen.
- Fartelefonin verður roknað sum ávíst próvtilfar. Í fyrsta lagi telefonin sjálv, men eisini tað, sum er á telefonini. Tí eru eisini ymiskar kanningar knýttar at telefonini - uttan, at vit vilja siga nakað meira um, hvørjar kanningar talan er um, ella hvat vit kunnu hava í varðveitslu annars, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.
VG skrivar, at telefonin varð funnin á einum "náttúrligum" staði, har ein telefon kann vera løgd, og at síggja til vóru eingi tekin um stríð í umhvørvinum, har telefonin hjá Anne-Elisabeth Hagen lá henda dagin, hon varð funnin.
Heimasíðan veit eisini at siga, at fartelefonin skal vera funnin á fyrstu hædd í húsunum. Í somu hædd er inngongd, wc við bað, har løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen var stødd, tá hon hugsandi varð tikin og rænd.
Sambært upplýsingum, sum VG áður hevur, hevur løgreglan við sínum kanningum funnið tað, sum norðmenn rópa "slepespor" eftir gólvinum úr áðurnevnda baðirúmi.
Maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, hevur áður upplýst yvirfyri norsku løgregluni, at hann ringdi heim til konuna henda dagin, hon hvarv - uttan, at telefonin svaraði. Tí fór hann heim at vita, um konan var við hús, áðrenn hann setti seg í samband við løgregluna um 14-tíðina henda dagin.
VG veit eisini at siga, at vikurnar eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, hevði løgreglan telefonina "opna", eins og tey fylgdu við ringingum. Í onkrum føri hevur løgreglan eisini tikið upp samband við fólk, sum hava ringt á hennara telefon.
Sambært VG eru tað fleiri mánaðir síðan, tey frættu, at løgreglan hevði telefonina hjá norsku ríkmanskonuni um hendi, men løgreglan hevur aftur og aftur heitt á blaðið og heimasíðuna um ikki at kunngera hetta við atliti til kanningararbeiðið.
Nú heldur løgreglan, at almenna kunningin um fartelefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen ikki longur kann skaða kanningararbeiðið.