Løgreglan hevur skyldina av, at Engla er deyð. Tað halda fleiri sviar, og ein teirra hevur nú meldað løgregluna til umboðsmannin.
Sambært blaðnum Dalarnas Tidningar vil viðkomandi vera við, at hevði løgreglan gjørt sína skyldu, hevði drápsmaðurin hjá Englu Høglund verið tikin fyri fleiri mánaðum síðani. Í novembur í fjør fekk løgreglan eina ábending um, at tað var Anders Eklund, sum hevði beint fyri teirri 31 ára gomlu Pernille Hellgren í 2000, men løgreglan kannaði ikki ábendingina.
-Hevði løgreglan kannað málið tá, hevði Engla verið á lívi í dag, sigur maðurin, sum hevur meldað løgregluna, við Dalarnas Tidningar.
Svensku fjølmiðlarnir eru á einum máli um, at løgreglan hevur handfarið málið sera illa, og at fleiri teirra geva beinleiðis løgregluni skyldina av, at Engla Høglund er deyð.
-Nógv bendir á, at Engla hevði verið á lívi í dag, um løgreglan í Dalarna hevði tikið ábendingina í novembur í álvara, skrivar Dagens Nyheter.
Fleiri morð?
Svenska løgreglan kannar nú, um Anders Eklund kann hava beint fyri øðrum enn Pernillu Hellgren og Englu Høglund. Millum annað veit løgreglan ikki, hvør myrdi ta 16 ára gomlu Malin Olsson í Gøteborg í 1994, ta 22 ára gomlu Helenu Andersson í Mariestad sama árið ella ta 31 ára gomlu Pernille Theorin í Falun í 2006.
Danska løgreglan hevur eisini áhuga fyri Anders Eklund, tí hann koyrdi lastbil fyri eina danska fyritøku eitt skifti. Millum annað ætlar løgreglan at kanna, um DNA-royndir av svenska drápsmanninum kunnu knýtast at morðunum á ta 37 ára gomlu Alice Kansiime í 1997, ta 20 ára gomlu Evu Christensen í 2001 ella Birthe Dannemann, sum varð funnin myrd í 1997.
Harafturat leitar løgreglan eftir tí, sum myrdi ta 35 ára gomlu Karinu Christensen í 2003, og løgreglan vil eisini fegin vita, hvat varð av teirri 48 ára gomlu Ullu Bødker, sum hvarv í Esbjerg í 1997.