? Sjálvt loyvið hava vit onki við at gera. Vit skulu bara syrgja fyri, at tey, sum ikki fáa uppihaldsloyvi, verða víst av landinum, sigur Georg Otthamar, deildarleiðari á politistøðini í Havn.
Herfyri fekk fekk filipinska Rosalie Thomsen, sum er gift føroyinginum Heina Thomsen, eini hørð boð. Hon skal vera av landinum innan 10. apríl. Annars kann hon fáa hálvt árs fongsulsrevsing.
Rosalie Thomsen, sum hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark, helt seg hava fingið munnligt loyvi frá útlendingastýrinum at fara til Føroya við manninum og soninum. Tey komu til Føroya í september í fjør, og 3. mars 2003 átti hon eina dóttur á Landssjúkrahúsinum. Nú skal hon av landinum, tí hon hevur ikki uppihalds- og arbeiðsloyvi. Maðurin og sonurin kunnu vera eftir í Føroyum.
Sostatt kann ein familja verða skild sundur, tí uppihaldsloyvi hjá konuni bara er galdandi í Danmark, hóast maðurin er føroyingur.
Tað er løgreglan í Føroyum, sum hevur borið Rosalie Thomsen boðini frá útlendingastýrinum, at hon skal av landinum. Georg Otthamar, deildarleiðari á politistøðini í Havn, vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiliga málið, tí tað hevur hann ikki loyvi til. Hann sigur kortini so mikið, at løgreglan í Føroyum fyri sovítt onki hevur við málið at gera.
? Vit hava ongan avgerðarmyndugleika av nøkrum sum helst slag. Tað er útlendingastýrið, sum tekur avgerð í slíkum málum, og tey spyrja ikki okkum til ráðs. Tey hava sínar reglur at ganga eftir, áðrenn tey taka nakra avgerð, og vit fylgja so avgerðini, sigur Georg Otthamar.
Løgreglan í Føroyum er sostatt bert ein umsitingarmyndugleiki í slíkum málum, so leingi tey ikki eru yvirtikin, sum ætlanin er.
Áður hevur tað annars verið soleiðis, at løgreglan tók avgerðir. Tað var kallað TMU, ið stóð fyri »tilsyn med undlændinge«. Men tað varð hildið at vera best, at ein óheftur stovnur tók støðu til slík mál. Og tí varð útlendingastýrið sett á stovn.
Líkt er til, at málið um Rosalie er íkomið, tí hon í fyrstu atløgu varð skeivt ráðgivin, og í øðrum lagi, tí hon ongantíð hevur søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað skal hon, hóast hon hevur loyvi at vera í Danmark.