Løgreglan hevur hoyrt frá fólki

Løgreglan hevur hoyrt frá fleiri fólkum um illgrunasama deyðan hjá Mariu Fuglø Christiansen.

Í síðstu viku sendi løgreglan eina fráboðan út um, at tey fóru at taka málið um deyðan hjá Mariu Fuglø Christiansen upp aftur til nýggja viðger. Orsøkin er sambært løgregluni, at málið blívur við at spøkja, og tí vilja tey nú venda hvørjum steini. 

 

Les eisini: Løgreglan: Hetta blívur við at spøkja

 

Í hesum sambandi bað løgreglan fólk, sum høvdu onkra vitan um deyðan hjá Mariu, venda sær til løgregluna - líkamikið hvussu líkagylduga vitan tey halda seg hava. Og nú vísir tað seg, at løgreglan hevur hoyrt frá fólki um hetta mál - eisini fólki, sum tey ikki hava tosað við fyrr í hesum sambandi. 

 

Men kringvarpið skrivar, at einki avgerandi nýtt er um málið, í øllum førum einki, sum løgreglan vil upplýsa um. Tað var 21. november í 2012, at 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen doyði. Hon varð funnin deyð á sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. 22. novembur varð rættarlæknaligt líksýn hildið á Landssjúkrahúsinum og niðurstøðan hjá embætislæknanum var tá, at gentan var druknað.

 

Eitt hálvt ár seinni - 14. juli í 2013 hendi eitt ógvusligt kníválop í Norðdepli, har fýra fólk vórðu stungin av einum 18 ára gomlum manni. Eftir hesa hendingina valdið løgreglan at taka málið um Mariu Fuglø Christiansen uppaftur. Orsøkin tá var, at hon hevði samband við unga mannin, sum framvegis situr varðhaldsfongslaður fyri tilburðin í Norðdepli 14. juli. Tey høvdu áður verið par.

 

Sum liður í kanningararbeiðnum í knívmálinum í Norðdepli valdi løgreglan í september í 2013 at grava líkið av Mariu Fuglø Christiansen uppaftur. Tá segði Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, at tað var fyri at binda um heilan fingur. 

 

Í september í 2013 fór ein rekonstruktión av kníválopinum fram, og tað var føroyska løgreglan og ferðaliðið hjá donsku løgregluni, sum gjørdu hetta saman. Eftir at hesi lið hjá løgrelguni høvdu gravað líkið hjá ungu gentuni uppaftur og kannað tað fyri aðru ferð í obduktión, varð úrslitið tað sama, nevniliga at hon varð druknað. 

 

Men nú - smá seks ár seinni - verður málið tikið uppaftur. Løgreglan heitir framvegis á fólk, sum kanska halda seg vita nakað, um endeliga at siga løgregluni frá - um enn tað tykist týdningarleyst.