Løgreglan hevur havt tað stak friðarligt

Løgreglan hevur havt tað stak friðarligt í gjár og í nátt. Í gjár varð boðað frá, at nakrar jólaperur vóru stolnar av einum húsum í Havn og í Klaksvík hevur løgreglan klipt nummarpláturnar av tveimum bilum, tí eigarin hevur verið í eftirstøðu við onkrum kravdum gjaldi, ella ikki er møttur til sýn.

 

Annars fekk løgreglan boð um, at ein bátur lá sokkin í Skálatrøð. Talan var um leysgangara, sum tey kalla tað. Tað eru bátar, eingin veit rættiliga hvør eigur, so hann varð fingin upp á turt, og so verður farið at leita eftir eigaranum.