Støðan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum, er ikki versnað seinasta árið.
Tað heldur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.
Hetta byggir hann á tær nøgdir av rúsevnum, sum hald verður lagt á.
Nøgdirnar, sum hald er lagt í fjør, er í summum førum nakað størri enn í 2007, men í nógvum førum væl minni enn árini frammanundan sum heild.
Í fjør vóru 30 fólk tikin fyri at smugla rúsevni til Føroya og í ár er talið áleið tað sama, kanska okkurt einstakt fólk fleiri.
Nógv teir flestu smuglararnir eru mannfólk.
Tey flestu, sum smugla, goyma rúsevnini í postsendingum ella í viðførinum, men tað er eisini vanligt, at ferðafólk goyma tað uppi á sær.
Men ein máti at smugla upp á, sum vindur meiri og meiri upp á seg, er at goyma rúsevnini innvortis, bæði hjá mannfólki og konufólki. Í hesum føri er aloftast talan um smærri nøgdir, men hinvegin er talan ofta um evni, sum eru sterkari enn hassj.
Eisini Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni staðfestir, at eftir nøgdunum at døma, sum hald verður lagt á, er støðan ikki versnað.
Men hann leggur samstundis dent á, at tølini eru ómetaliga svingandi, tí av tí at talan sum heild er um ein lítlan marknað, er stórur munur á, hvat hald verður lagt á frá einum ári til annað.
Toppurin á ísfjallinum
Men bæði tollarin og løgreglumaðurin eru fullgreiðir yvir, at tað, sum hald verður lagt á, er bara ein lítil brotpartur av tí, sum verður smuglað til landið.
- Tað er ongin ivi um, at hetta bara er toppurin á ísfjallinum, sigur Bergleif Brimvík.
Men kortini eru teir sannførdir um, at stríðið ímóti rúsevnum, ger góðan mun.
- Tá ið vit leggja hald á eina ávísa nøgd av rúsevnum, síggja vit tað aftur í prísunum á svarta marknaðinum, tí tá hækka teir og tað merkir, at útboðið er minkað, sigur Bergleif Brimvík.
Í fjør øgdu løgregla og tollvald hald á 2245 gramm av hassji, sum eru góð 700 gramm meiri enn í 2007, men helvtina minni enn í 2006 og í 2005, 132 gramm av amfetamini (829 gramm í 2007 og næstan onki í árunm frammanundan , 21 gramm av kokaini(næstan onki frammanundan) , og 67 ecstasytabletir( í 2007 varð ikki hald lagt á nakað ecstasy, men í 2006 varð hald lagt á 335 tablettir og í 2005 varð hald lagt á 537 tablettir).
Les eisini greinina: Stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum afturútsiglt og greinina: Soleiðis innflytur tú hassj til Føroya fult lógliga