Løgreglan gjørdi eitt rættiligt hál í gjár

Nógvir bilførarar fingu bót og hjá einum er koyrikortið í vanda

Í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna og í tí sambandi varð ein hópur av bilum og bilførarum, kannaðir ymsastaðni á meginøkinum. 

 

Og úrslitið var, at 24 bilførarar fingu bót fyri ymisk viðurskifti, sum ikki vóru eftir forskriftunum. Og tann eini bilførarin misti eisini koyrikortið treytað fyri at koyra 115 kilometrar um tíman, har hann hevði loyvi at koyra 80. Tað merkir at hann má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

 

Annars fingu bilførarnir bót fyri alt handa slag av misbrotum, onkur tosaði í handhildnari fartelefon, onkur sat ikki í trygdarbelti, fyri at nevna tvey dømi, og í tí eina førinum manglaði bilurin annað viskarablaðið, og tað gongur heldur ikki.