Løgreglan fylgir gongdini í Leirvík

Løgreglan fylgir gjølliga við gongdini, nú býráðið í Eysturkommunu hóttir við at steingja vegin í sambandi við Norðoyatunnilin

Løgreglan hevur eitt vakið eyga við, um býráðið í Eysturkommunu ger álvara av hóttanini um at steingja vegin í sambandi við Norðoyatunnilin.
Í fleiri ár hevur verið tosað um at gera nýggjan veg ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, men hóast Løgtingið longu fyri fýra árum síðani samtykti at gera arbeiðið, er onki hent enn og sum støðan er nú, røkist heldur ikki fyri, at nakað hendir við tað fyrsta.
Og nú hevur býráðið mist tolið og hevur hótt við at steingja vegin, fæst ikki ein semja nú.
Í hesum sambandi verður fundur ímillum býráðið og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu eftir páskir.
Og tað verður seinasti møguleikin at finna eina loysn, tí býráðið stendur fast við, at fæst ikki ein semja á tí fundinum, sum tey í býráðnum eru nøgd við, verður vegurin stongdur.
Hann verður ikki kvettur heilt av, men bummur verður settur fyri og so verður ferðslan leidd ígjøgnum ávísar klokkutíðir, sum kommunan ásetir.

Bíða eftir úrslitinum
Í innlendismálaráðnum kundu hvørki Hilmar Høgenni, deildarstjóri við kommunumálum undir sær ella Rúni Joensen, aðalstjóri, siga við vissu, hvat fer at henda, skuldi tað hent, at býráðið í Eysturkommunu ger álvara av hóttanini um at steingja vegin ávísar tíðir á degnum.
Men mett verður, at hetta er meiri eitt mál fyri løgregluna at gera av, um tað er lógarbrot at steingja vegin.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at Løgreglan hevur eygað við málinum.
- Vit hava verið í sambandi við býráðið í Eysturkommunu og fingið at vita, hvussu støðan er.
Hann sigur, at eisini løgreglan bíðar nú eftir úrslitinum av fundinum millum býráðið og politiska myndugleikan.
Býráðið hevur boðað frá, at tað verður avgerandi fyri, hvat hendir.
- Eftir tann fundin frætta vit aftur og so taka vit tað haðani frá, leggur Jón Klein Olsen afturat.
Heldur ikki hann dugir at siga akkurát, hvørji rættindi kommunan hevur at stongja vegin heilt ella partvís.
- Vit hava verið í samskifti við kommununa um gongdina og vit kanna málið, men vit eru ikki komin til nakra niðurstøðu enn, sigur hann.
Hann vísir kortini á, at í grein 28 í ferðslulógini stendur, at ein vegur kann ikki steingjast uttan víðari.
Nú er meiningin at seta avmarkaðan stongsul í verk, so at hann verður opin ávísar dagar og varapolitiinspektørurin dugir ikki enn at siga, um tað broytir støðuna nakað.
Grein 28
Í grein 28 í ferðslulógini, sum sipað verður til, stendur: Uttan loyvi frá politivaldi má ongin lutur leggjast ella setast á veg, sum kann vera ferðsluni til bága, uttan so, at serstøk viðurskiftir gera tað neyðugt