Løgreglan fingið áleið 30 fráboðanir í kvøld

Ringasti standurin er á Tvøroyri, í Havn og á Toftum.

So er støðan aftur hættislig kring landið. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at síðani klokkan 19.00 eru áleið 25-30 fráboðanir komnar um vindskaðar í kvøld. 


Enn er trupult at siga, hvussu álvarsamir skaðarnir eru, men vakthavandi upplýsir, at aftur í kvøld eru fleiri fólk og manna telefonirnar hjá løgregluni. 

 

Tað merkir eisini, at sløkkiliðsfólk nú eru til arbeiðis í hættisligum veðrið fyri triðju ferð innan fáar dagar. 

 

Ringasta støðan er á Sandvíkarhjalla, har ein kontainari, sum er fullur í byggitilfari, er fokin og stendur nú og vippar, við vanda fyri at detta niður á høvuðsvegin. Tí er vegurin frá sandvíkarhjalla og til sund stongd fyribils. 

 

Sløkkiliðsfólk royna at festa kontainaran, men tað er trupult undir verandi umstøðum. 

 

Veitst tú okkurt um veðrið, sum vit ikki vita, so er at senda inn til okkara á post(at)sosialurin.fo ella sum boð á okkara Facebooksíðu - in.fo. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.