Í morgin er fyrsti skúladagur eftir summarferiuna og túsundtals børn fara aftur í skúla eftir summarfrítíðina. Men harafturat eru tað yvir 700 børn, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð í fyrsta flokk. Og løgreglan sigur, at í morgin árini fara øll løgreglufólk, sum eru til taks, at vera til staðar við skúlarnar at tryggja, at øll koma væl í skúla.
Vit vera við so nógvar skúlar, vit hava manning til og teir skúlarnar, vit ikki fáa verið við í morgin, har eru vit í ovurmorgin, ella fríggjadagin, sigur løgreglan.
Tey siga, at hvørt ár, tá ið skúlarnir byrja eftir eftir summarferiuna, ger løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar teir fyrstu dagarnar.
Har børn verða koyrd í skúla, fara vit at ansa eftir at børnini sita í trygdarbelti og vit fara at læra tey, at tey skulu ikki loysa seg úr beltinum, fyrrenn bilin stendur stillur. Bilførarar sum hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey sita í trygdarbelti, fáa bæði klipp í koyrikortið og bót.
Løgreglan fer eisini at læra børnini, at tey skulu brúka gonguteigarnar tvørtur um vegin og ikki leypa tvørtur um hvar sum helst, og sum heild fara tey at ansa eftir, at alt fer fram eftir forskriftunum.