Nú um dagarnar kom eitt flutningsfelag við einum kassa til eina løgreglustøð har norðuri í Meksiko. Á fylgiskjalinum stóð, at talan var um heilivág, men tá løgreglan breyt kassan upp, vísti tað seg at vera eitt køliskáp, og í tí lógu fýra mannahøvd og eitt bræv, skrivar AP. Meksikanska løgreglan veit ikki, hvørjum tey fýra høvdini eru av, og hon vil ikki siga, hvat stóð í brævinum, sum lá í køliskápinum.
Løgreglustøðin, sum fekk kassan, er stutt frá amerikanska markinum, og stjórnin í Washington kunngjørdi í gjár, at Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, fer til Meksiko seinni í vikuni at tosa við myndugleikarnar har um tað óhugnaliga stríðið ímillum tey meksikonsku rúsevnaharkaliðini.
Hildið verður, at rúsevnastríðið hevur kostað umleið 4.000 mannalív higartil í ár. Í fjør var talið um 2.700.