Løgreglan farin í hernað ímóti ólógligari ferðslu norðanfyri

Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna í Norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggjar-

 

Serliga hava tey lagt seg eftir at kanna prutl, tí tey siga, at ólóglig prutl hava verið ein trupulleiki í økinum langa tíð, og tískil hevur løgreglan lagt nógva orku í at fáa ein enda á hesum trupuppeika


Fyrrapartin í dag tók politiið seks prutl í Klaksvík og tað vístu seg, at fimm av prutlunum vóru ólóglig. Fimm eigarar fáa bót fyri at lata ein við ongum koyrikorti sleppa at koyra prutlið og fimm prutlførarar fingu bót fyri at koyra við ongum koyrikorti.

 

Umframt hetta vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu, og ein bilførari fekk bót fyri at koyra við ”sólfilmi” á vinstra síðurúti framman.


Annars eru fleiri prutlførarar og bilførarar tiknir hesa seinastu tíðina í økinum fyri ymiskt ólógligt, sigur løgreglan. Tey leggja afturat, at tey fara framhaldandi at halda eitt vakið eyga við ferðsluni í Norðurøkinum, soleiðis at tað er trygt og vandaleyst at vera í ferðsluni har á leiðini.