Løgreglan einki merkt til ampa av valplakatum

Valstríðið er byrjað, og fyrstu valplakatirnar eru komnar upp at hanga. Tað verður ivaleyst ikki leingi, fyrr enn vegirnir, ella økini fram við vegunum, verða tiltaglaðir í valplakatum -, bæði á landsvegi og innanbíggja.

Ráðið fyri ferðslutrygd hevur í tí sambandi gjørt vart við, at plakatirnar skulu ikki hanga hvar sum helst, og at tey, sum hanga plakatirnar upp, skulu syrgja fyri, at staðsetingin er trygg, og at plakatirnar ikki eru til ampa fyri fólk ella ferðslu.

Løgreglan hevur tó ikki havt stórvegis trupulleikar av valplakatunum, og ger annars greitt, at løgreglan rørir ikki plakaturnar.

- Vit røra tær ikki. Um tað hevði verið okkurt, so høvdu vit farið út og hugt eftir tí, og um tað var ein trupulleiki, so høvdu vit fingið fatur á viðkomandi, sum átti plakatina. Men vit røra tær ikki, verður sagt av politistøðini.

 Eftir øllum at døma eru flestu plakatirnar eisini hongdar forsvarliga upp, tí løgreglan hevur heldur ikki fingið nakrar fráboðanir um plakatir, ið eru til ampa.

Góðu ráðini frá Ráðnum fyri ferðslutrygd eru annars hesi:

 - Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.


- Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.

- Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.

- Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.

- Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.

- Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.