- Í fleiri førum er talan um beinleiðis avrættingar, sigur Human Rights Warch, sum krevur, at ein óheft kanning verður sett í verk alt fyri eitt.
Alison Des Forges, sum er ráðgevi á afrikonsku deildini hjá mannarættindafelagsskapinum, sigur, at myndugleikarnir í Rwanda siga seg arbeiða við at skipa landið sum eitt demokratiskt rættarsamfelag, men taqð skal ikki gerast við at beina fyri fangum, sigur hon.
Sambært tíðindastovuni NTB hevur løgreglan í Rwanda viðgingið drápini, men sigur, at fangarnir royndu at flýggja, og at løgreglumenninir skutu eftir teimum fyri at fáa teir at steðga. Hesari frágreiðingini hevur Human Rights Watch ikki álit á. Felagsskapurin sigur tvørturímóti, at hann hevur prógv fyri, at talan var um morð og beinleiðis avrættingar.