Sambært belgiskum miðlum hevur løgreglan í Brússel í kvøld steðga persóni við bumbubelti. Miðlarnir skriva, at tað kann hava verið ein spreinging á høvuðsjarnbreytastøðini í Brússel.
Belgiskir herðmenn hava í kvøld "neutraliserað" ein persón á høvuðsjarnbreytarstøðini í Brússel, upplýsir talsmaður fyri løgregluni fyri Reuters.
Talsmaðurin fær ikki váttað fráboðanunum um, at viðkomandi hevði eitt bumbubelti. Sjónvarpsrásin RTBF upplýsir, at trygdarlið á staðnum hava skotið ein mann, men umboðið fyri løgregluna fær ikki váttað, hvørt maðurin er sáraður ella drippin.
- Ein ólukka er hend á høvuðsjarnbreytarstøðini. Tað var ein spreinging rundan um ein persón. Viðkomandi varð "neutraliseraður av herðmonnum, sum vóru á staðnum, sigur talsmaðurin.
- Løgreglan er á staðnum, og tamarhald er á støðuni, leggur hann afturat.
Løgreglan segði eisini, at ein lítil spreinging var farin fram á jarnbreytarstøðini, men fyriuttan hendan sama persónin, er ongin mannaskaði hendur.
Løgreglan hevur sperrað økið kring jarnbreytastøðina.
/ritzau/