Klaksvík: Prix Føroyar er eitt tiltak, sum dregur nógv fólk.
Soleiðis er eisini í Klaksvík, har tiltakið savnar nógv fleiri fólk enn onnur líknandi tónleikatiltøk.
Um 800 fólk vórðu til Prix Føroyar í Klaksvík, og tey fingu fimm tímar við upprunaligum føroyskum tónleikaundirhaldi.
Alt gekk friðarliga fyri seg undir tiltakinum, hóast fólk vóru í góðum lag.
Seinni leygarnáttina var tó okkurt stríð í dansistaðnum Lognbrá, sum eisini heldur til í KÍ-høllini. Løgreglan varð boðsend, men tá hon kom á staðið, var alt yvirstaðið.