Løgreglan biður fólk ansa sær fyri hálku

Løgreglan heitir nú á fólk um at ansa sær fyri hálku.

Tað bleiv kaldari í gjár og tað er komið óvart á fleiri.

Nøkur eru dottin og í onkrum føri mátti sjúkrabilur eftir fólki. Nøkur ferðsluóhapp hava eisini verið í hálkuni, men talan er bert um smávegis skaðar.

- Tíbetur hevur lítið av fólki verið úti, men nú er væntandi at ferðslan fer at økjast aftur, tí annað jólakavøld er eitt av ársins stóru veitslukvøldum, sigur løgreglan.

Samstundis sigur hann frá væl kaldari veðri, heilt niður í fýra ella fimm kuldastig, so løgreglan heitir á fólk um at vísa varsemi, bæði til gongu og í bili.

Annars hevur løgreglan havt tað stak friðarligt. Onkur einstakur húsaófriður, men í gjár varð Norðoyatunnilin stongdur ein lítlan tíma.

Orsøkin var, at tað fór at rúka úr motorinum á einum bili. Bilurin koyrdi út sjálvur, men tað varð so nógvur roykur, at tey hildu, at tað var ráðiligt at stongja tunnilin, til luftin var klárari og reinari aftur.