Løgreglan: Ansið tykkum í ferðsluni í morgun

Oljuleki er fleiri staðni í landinum - sí hvar her.

Olja liggur á vegnum fleiri staðnum millum Havnina og Leirvík, tað sigur løgreglan í morgun. Ein bussur hevur koyrt úr Havnini til Leirvíkar í morgun, og tá sjaførurin kom til Leirvíkar fann hann útav, at bussurin helst lak olju 

 

Og tað passar væl til tað, sum løgreglan hevur fingið fráboðanir um í morgun. Tí olja er á vegnum við Kjalnestanga, á vegastrekkinum har Hvítanesvegurin og Ringvegurin møtast. Men olja hevur eisini verið fráboðað á fleiri strekkjum longri norðri. 

 

 

Tað er Millum Fjarða, við Gøtueiði og Norðragøtu. Løgreglan sigur, at fólk mugu vera ansin allan vegin úr Havn til Leirvíkar og serliga er tað í svingum, at hugsast kann, at oljan hevur lagt seg. Ein bilførari er farin á glið orsaka av oljuni í morgun, men fór tó ikki útav vegnum. Sløkkilið eru farin í gongd við at taka oljuna upp, um enn tað ivaleyst tekur nakað av tíð, tá oljan er so mikið spreidd.