Løgreglan hevur fyri eini lítlari løtu síðan sent eina ávaring út, har heitt verður á føroyingar, um at ansa eftir, tá fólk ringja um persónligar upplýsingar. Talan kann nevniliga vera um svik. Ávaringin er fylgjandi:
- Løgreglan vil hervið ávara fólk, at lata persónligar upplýsingar um tey verða uppringd av persónum, ið t.d. útgeva seg fyri at verða myndugleikar.
- Dømi eru um, at persónar sum útgeva seg fyri at vera mynduleikar, hava fingið fólk at upplýsa sítt P-tal við tí grund, at allir føroyingar nú eisini skulu hava danskt CPR.nr.
- Um persónligir upplýsingar verða givnir óviðkomandi, kann hetta møguliga føra við sær, at óviðkomandi fáa atgongd til tína peninga kontu o.l.
Ávaringin er undirskrivað av kanningardeildini hjá politinum.